23. juli 2021

242.000 kr bara at flyta fangar úr Føroyum til Danmarkar

Viðurskiftini í Føroyum gera tað neyðugt at flyta fangar til Danmarkar, sum bæði er dýrt fyri løgregluna og keðiligt fyri treytirnar hjá fangunum.

Í heyst skal fólkatingið seta fíggjarkarmin fyri kriminalforsorgina, ið eisini avger hvussu umstøðurnar verða í Føroyum komandi fýra árini. Umstøðurnar til fangar og varðhaldsfongslaði eru ikki nøktandi í Føroyum, sum merkir, at fleiri mugu sendast til Danmarkar.

Neyv tøl hava verið trupul at finna um fangar, sum verða fluttir úr Føroyum til Danmarkar, og tí umbað Sjúrður Skaale nærri upplýsingar frá danska løgmálaráðharranum, sum hevur ábyrgd av økinum.

Dýrt at flyta fangar til Danmarkar

Sambært Kriminalforsorgini vórðu 22 varðhaldsfangar fluttir úr Føroyum til Danmarkar at sita í varðhaldi fyri tíðarskeiðið 2011-21. Í allarflestu førum, vórðu fangarnir fluttir til Danmarkar, tí atburðurin hjá fangunum setti trygdina í Mjørkadali undir trýst, men í fýra førum máttu varðhaldsfangar flytast til Danmarkar orsakað av plásstrotið ella eftir øðrum ynskjum frá løgregluni.

Politiið er ikki farið undir eina slíka skráseting fyrr enn í 2019, men í uppgerðini frá Ríkispolitiinum, hava tey ikki gjørt mun á varðhaldsfongslaðum og fangum við longri dómi, sum skulu til Danmarkar óansæð. Tá verður talan um ikki færri enn 19 persónar, sum vórðu úr Føroyum til Danmarkar bara síðstu tvey árini.

Tvey løgreglufólk fylgja vanliga fangunum til Danmarkar, og átaka sær útreiðslurnar á 10-12.000 kr. í sambandi við flutningin, umframt, at løgreglufólkini fáa avspáking fyri flutningin. Av trygdarávum kann tó verða neyðugt at ferðast við skipi, sum dýrkar flutningin.

Tað merkir, at síðani 2011 hevur løgreglan rindað minst 242.000 krónur fyri at flyta varðhaldsfangar til Danmarkar.

Góðar vónir til nýggja avtalu

Aðalendamálið við kriminalforsorgini má vera, at fólk, sum fáa ein dóm, ikki fremja nýggj ella somu brotsverk, tá ið tey hava sitið sín dóm, men kunnu gerast góðir samfelagsborgarar aftur. Tað er ógvuliga trupult, um tey dømdu skulu flytast langt úr sínum heimlandi í fremmant umhvørvi, har einasti møguleikin er at knýta nýggj sambond við aðrar fangar.

At tað harafturat vísir seg at verða ógvuliga kostnaðarmikið – bæði peningaliga og í arbeiðsorku – fyri løgregluna, eigur at vera eitt greitt tekin um, at tað er neyðugt at fáa eitt fongsul í Føroyum, soleiðis at føroyskir fangar og teirra avvarðandi ikki verða dupultrevsað við óneyðuga avbjóðandi vitjanarviðurskiftum, og soleiðis at starvsfólkini í føroysku kriminalforsorgini fáa virðiligar og tryggar arbeiðsumstøður.

Tá ið karmarnir fyri kriminalforsorgina skulu setast í heyst, sita fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, við samráðingarborði, har høvi verður at vísa á umstøðurnar við neyvari tølum, sum kann styrkja samráðingarstøðuna um betri umstøður í Føroyum.

Sí kunningina frá danska løgmálaráðnum her