Seinastu vikurnar hevur Bjørk Teitsdóttir, sum gongur í 9.a í Venjingarskúlanum, verið í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.
Bjørk hevur millum annað verið á fundi við forsætismálaráðharranum Helle Thorning-Schmidt og havt nógv við arktiska samstarvið at gera. Vit, starvsfólkini, eru ovfarin av hvussu arbeiðssom og dugnalig, Bjørk er
Vit ynskja henni góða eydnu víðari!
Niðast í hesi greinini sært tú myndir, sum Bjørk hevur tikið, meðan hon hevur verið her.
Hevur tú hug at gerast starvsnæmingur hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi? Set teg í samband við okkum á tlfnr: +45 33 37 54 24.