Tann sexuta krúllan hjá Dan Klein

(Henda greinin er skrivað i sambandi við, at Dan Klein av órøttum ákærdi meg fyri at hava fingið dupulta løn, tá eg sat á fólkatingi)  



Tá eg sat á fólkatingi í 2008, hevði eg lógarkrav uppá eisini at fáa løn frá Løgtinginum. Dan Klein kallar meg "væl betaltan pampara" fyri at hava fingið hesar pengar. Men eg fekk teir aldrin. Eg segði nei takk, tí eg helt tað vera órímiligt at fáa dupulta løn

Sjúrður Skaale

Mikudagin 29. desember skrivaði Sosialurin SJÚRÐUR SKULKAR MEST á bæði forsíðu og spísiseðli. 

Hetta var síðsta blað fyri nýggjár, so orðini lógu í handlum, á køksborðum og hingu á spísiseðlum kring landið í seks dagar, áðrenn ein onnur yvirskrift fekk teirra pláss. 

Tað er helst rætt, at eg síðani ólavsøku ellivu ferðir ikki havi siti í tingsalinum, tá fundur hevur verið. Og alt kemst ikki av tí nógv umrødda marathon-túrinum í New York. 

Men eg havi ikki verið burturi, tá mál, ið eg varði av, hava verið á skrá. Eg havi aldrin forsømt mínar uppgávur. Eg havi passað mítt jobb. Tað vita tey, sum fylgja við í politikki. 

Eg ivist heldur ikki í, at tey 10 tingfólkini, sum hava forsømt 7, 8, 9 og 10 fundir, hava passað sítt jobb. Tí tað er ikki (ið hvussu er ikki bara) við at sita í tingsalinum, at ein politikari ger tað, sum hann skal. Listin hjá løgtingsskrivstovuni um uppmøting fortelur ikki alla søguna um innsatsin hjá einum løgtingslimi. 

Hinvegin hevur Sosialurin sjálvsagt fullan rætt til at brúka henda listan til gera eina fangandi, persónliga og eitt sindur argandi forsíðu. Tað má mann finna seg í. Og eg hevði heldur ikki ætlað mær at svarað uppá tað. 

"Pamparin" 
Men tá orðini um tann stóra "skulkaran" verða rópt út um landið í seks dagar, brenna tey seg føst, og fatanin verður, at maðurin er eitt dovið beist. 

Onkur, sum hevur serligan áhuga í tí, hevur eisini granskað meira í viðurskiftunum hjá skulkaranum. 

Tað førdi í hósdagin til eina stórt uppsetta grein í Oyggjatíðindum undir yvirskriftini: "Sjúrður Skaale, løgtingsmaður: Ein væl betaltur pampari". 

Dan Klein vísir til søguna í Sosialinum, men gevur henni eina sexuta krúllu afturat: Tá Sjúrður sat á fólkatingi í 2008 og hevði farloyvi frá løgtinginum, fekk hann kortini fulla løn frá løgtinginum! 

Dan vísir til lógina, sum sigur, at løgtingsmaður, sum tekur farloyvi orsaka av "fólkatingsørindum", vaðveitir rættin til løn. 

Fullkomin mynd 
Nú bleiv myndin líkasum fullkomin: Fyri tað fyrsta røkir Sjúrður Skaale ikki tað starv, hann er valdur til at røkja. Hann skulkar! 

Fyri tað næsta mjólkar hann eisini pengar úr skipanini, uttan at rætta hond frá síðu! Dan Klein konkluderar elegant, at skulkarin er "av teimum stóru oportunistunum, og ein væl betaltur pampari". 

Og so koyrir tað, sum tað skal: Mótstøðufólk hjá mær og mínum flokki verða ill. Tey, sum hava stuðlað mær, verða vónbrotin. - Og onkur smílist í skeggið, tí hann fær júst tað, sum hann vil hava... 

Eg giti, at greinin eisini hevur samband við, at eg í míni nýggju bók sigi, at endamálið við skrivingini hjá Dan Klein hvørki er rættvísið ella sannleikin, men avdúkingin sjálv. Skandalan.  

"Hatta skal Sjúrður hava ein uppá kjaftin fyri", hevur Dan helst hugsað.  

Problemið er bara, at Dan staðfestir júst tað, sum eg sigi í bókini. 

Endamálið er skandalan - og fyri at fáa skandaluna, offrar hann sannleikan.


Sannleikin 
Tí sannleikin um hasar pengarnar er hesin: 

Tá eg í februar 2008 fekk til uppgávu at røkja fólkatingssessin fyri Tjóðveldi, segði eg beinanvegin løgtingssessin frá mær. Eg helt meg ikki til lítar kunna røkja bæði størvini í senn. 

Løgtingsskrivstovan upplýsti tá fyri mær - júst sum Dan Klein skrivar - at eg varðveitti rættin til fulla tingmannaløn.

Men hevði Dan havt ringt til mín - ella til løgtingið - so hevði hann fingið at vita, at eg straks skrivaði til stjóran á løgtingsskrivstovuni, og bað hana um IKKI at flyta mær pengarnar. 

Súsanna Danielsen, stjóri, svaraði soleiðis: "Í fólkatinginum kunnu limirnir ikki siga lønina frá sær, men hesa reglu hava vit ikki, so eg haldi hetta er í lagi." 

Síðani varð lønarflytingin steðgað. 

Altso: Eg hevði lógarkrav uppá pengarnar, men helt meg ikki hava moralskan rætt til teir, og tók tí ikki ímóti teimum. (Lønirnar umskaraðust kortini nakað tá eg tók við og tá eg gavst á fólkatingi.) 

Hetta var ikki annað en rímiligt. Tað eru onnur enn eg, sum hava sagt nei takk til órímiligar, dupultar lønir, og eg havi aldrin ætlað at taka hetta gamla málið fram. Hinvegin haldi eg, at lógin eigur at verða broytt. 


Má tá nú Dan Klein, grundað á lygnir, sigur at eg eri "ein av teimum stóru oportunistunum og ein væl betaltur pampari", so má eg vísa til fakta. 

Til endans 
Til endans skal eg bara siga, at eg havi góða samvitsku. Eg havi ikki annað starv enn tingstarvið. Mín tíð fer til at røkja tað so væl, sum eg dugi. Tað skal eg eisini gera framyvir. Bæði tá eg siti í tingsalinum - og tá eg ikki siti har.

--

(Nú kann eg leggja afturat hesi grein, at tá uppgerðin í mína uppmøting var gjørd, var løgtingsárið hálvrunnið. Og mín forsøming - sum m.a. komst av sjúku og deyða í familjuni - var stórtíðindi. Tað er ongantíð fyrr komið fyri, at hendan uppgerð hevur verið so pumpað upp - heldur ikki tá tingárið er liðugt. Men tað enn løgnari við hesum var, at tá tingárið VAR liðugt, var ikki sagt eitt einasta orð um, hvør nú hevði forsømt flestar tingfundir tilsamans! Og eg veit, eg als ikki lá ovast tá. Løgin raðfesting av Sosialinum, má sigast...) 





Tíðindi

2017/11/19

Skaale: - Stjórnin má raðfesta Føroyar hægri

Alt ov nógv týðandi lóggávumál bíða eftir dønum, og tað er als ikki nøktandi, heldur Sjúrður Skaale. – Tað snýr seg millum annað um, hvussu løgreglan kann brúka vald móti borgarum, og hvussu vit skulu

les meir

2017/10/26

Skaale: Ítøkiligar ætlanir við samstarvinum - fín orð loysa einki

I samtlige mødelokaler er luften så tyk af alle de rigtige og smarte ord, at det mentalt set er som at spise flødeskum og candyfloss og marengs med karamelsovs oveni i dagevis. Og der

les meir