Sólvá Magnadóttir uttan fyri Christiansborg

Sólvá í starvsvenjing á Fólkatingi

Síðst í mars kom Sólvá Magnadóttir frá NámX - Tórshavnar Kommunuskúla í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Sólvá hevur havt stóran áhuga í okkara arbeiði og hevur verið ógvuliga dugnalig undir uppihaldinum. Vit ynskja henni góða eydnu framyvir.
Hon greiðir her stutt frá sínum upplivingum á borgini:

Christiansborg, 7. apríl 2017

Tað er fríggjadagur, og tað merkir at mín tíð sum starvsnæmingur á Christiansborg er komin at enda.

Í tvær vikur havi eg nú starvast í miðdeplinum hjá fólkarænum í bæði Danmark, Føroyum og Grønlandi, Christiansborg. Eg havi upplivað og sæð ómetaliga nógv - eitt nú kongaparið úr Belgia og ukrainska forsetan, og eg havi lært meira enn eg nakrantíð hevði kunnað ímyndað mær áðrenn eg kom.

Eg kenni meg ógvuliga priveligera, at hava fingið møguleikan at síggja tað arbeiðið, sum dagliga fer fram inni á borgini við nýggjum eygum, og eg veit at eg havi fingið upplivingar og lærdóm, sum eingn skúlabók hevði kunnað givið. Ja- stutt sagt haldi eg ikki, at eg hevði kunnað funnið eitt starvspláss, sum hóskaði betur til mín.

Í farnu viku havi eg verið á vitjan á bæði føroysku sendistovuni og í Ráðgevingini. Eg havi upplivað at verið í bólkafundi við donsku Sosialdemokratunum og havi hitt onnur ung, sum eisini valdu at taka leiðina til Christiansborg at forvitnast í bæði eina og tvær vikur.


Hevur tú hug at gerast starvsnæmingur hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi? Set teg í samband við okkum á: +45 61 62 50 37






Tíðindi

2017/11/19

Skaale: - Stjórnin má raðfesta Føroyar hægri

Alt ov nógv týðandi lóggávumál bíða eftir dønum, og tað er als ikki nøktandi, heldur Sjúrður Skaale. – Tað snýr seg millum annað um, hvussu løgreglan kann brúka vald móti borgarum, og hvussu vit skulu

les meir

2017/10/26

Skaale: Ítøkiligar ætlanir við samstarvinum - fín orð loysa einki

I samtlige mødelokaler er luften så tyk af alle de rigtige og smarte ord, at det mentalt set er som at spise flødeskum og candyfloss og marengs med karamelsovs oveni i dagevis. Og der

les meir