Stutt um Sjúrð

Sjúrður Skaale er føddur í Havn í 1967 - og tað er framvegis nalvin í hansara verð.

 

Politiska yrkislívið
Í 2008 varð Sjúrður valdur á ting fyri Tjóveldi, men í 2011 skifti hann til Javnaðarflokkin, á hvørs lista hann stutt eftir varð valdur á fólkating. Á fólkatingsvalinum fekk Javnaðarflokkurin 4.328 atkvøður. Sjúrður sjálvur fekk 1.539 atkvøður. Í 2015 varð Sjúrður afturvaldur á Fólkating. Javnaðarflokkurin fekk 5.666 atkvøður, og hevði tískil eina framgongd á 3,3% í mun til valið í 2011. Sjúrður gjørdist topskorarin hjá flokkinum við 2.495 persónligum atkvøðum.

Umvegis Fólkatingið luttekur Sjúrður aktivt í ymiskum norðurlendskum og arktiskum høpi: 

2011 - nú                            Formaður í Føroyanevndini

2011 - nú                            Varafólk í Uttanríkispolitisku nevndini

2014 - nú                            Formaður í arktiska arbeiðsbólkinum á Fólkatingi

2015 - nú                            Varafólk í Norðurlandaráðnum

2016 - nú                            Limur í eftirlitsnevndini í Norðurlendska íløgubankanum

 

Ungdóms- og lestrarárini
Sjúrður gekk 10 ár í Kommunuskúlanum, og síðani trý ár í Studentaskúlanum í Hoydølum, haðani hann fekk prógv í 1987.

Hann starvaðist so á Tórshavnar Vatnverki og sum sjónleikari í eitt ár, áðrenn leiðin gekk til Colombia, har hann royndi at víðka sjónarringin í eitt gott ár.

Síðani starvaðist hann sum journalistur á Dimmalætting og Sosialinum, áðrenn han fór at lesa spanskt á Keypmannahavnar Universiteti. Eftir eitt ár skifti hann til samfelagsfrøði, men gjørdi seg kortini lidnan við eina grundútbúgving í sponskum.

Eitt av árunum, hann las samfelagsfrøði, tók hann í Madrid í Spania.

Áðrenn hann fór undir yvirbygningin av útbúgving síni, var hann eitt ár í Føroyum, har hann starvaðist sum journalistur og spældi sjónleik við bólkinum Gríma.

Øll lestrarárini skrivaði hann fyri føroyskar fjølmiðlar, spældi kabarettir um summarið - og fiflaðist eitt sindur við sjónvarpsundirhald.

 

Yrkislívið
Í 1997 fór hann í starv í Sjónvarpi Føroya, har hann var í eitt gott ár áðrenn leiðin aftur gekk til Mið- og Suðuramerika at fjakka.

Afturkomin fekk hann, í 1999 starv sum embætismaður í Tinganesi, har hann var við til "fullveldisgongdina".

Tá hann gavst í 2001, fór hann í starv sum blaðmaður á nýggja blaðnum Fregnir.

Seint í 2002 gekk leiðin aftur til Danmarkar, har konan fór undir lestur, og hann fekk starv sum skrivari - ella spunasmiður - hjá Tjóðveldisflokkinum á Fólkatingi.

Aftan á fimm ár í Keypmannahavn starvaðist hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi, lýsingarmaður og studentaskúlalærari í nøkur ár, samstundis sum hann fekst við undirhald - bæði undir heitinum Pipar & Salt og E Elski Førjar.

Sjúrður hevur tikið lut í almenna kjakinum, síðani hann var heilt ungur og hevur samskipað og skrivað partar av fleiri bókum. Í egnum navni hevur Sjúrður givið út bøkurnar Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan, sum kom út í 2010, og 2000 - tá Føroyar skuldu loysa, sum kom út í 2016.

 

Frítíðin
Frítíðin fer nógv til lesing, men undirhaldið fyllir eisini nógv. Hann hevur eisini runnið nøkur marathon, gingið upp á nøkur fjøll - og frá 2014 fer tíð eisini til súkkling á føroyska Team Rynkeby liðnum.

Sjúrður er giftur Súsonnu, og tey eiga tveir dreingir - Ragnar og Brand. 






Tíðindi

2017/07/01

Stjórnin ger einki fyri krígsskaddan føroying

Ein føroyingur er komin illa fyri eftir at hava sett sítt lív í váða fyri statin. Ráðharrin ásannar, at reglurnar tykjast órímiligar, men gevur einki lyfti um at broyta tær. – Hetta er ein einfaldur

les meir

2017/06/29

Skaale: - Hetta hevði lætt munandi um hjá teimum lesandi

Føroysk lesandi hava ikki somu møguleikar at fyrireika seg til lestrarlívið sum donsku floksfelagar teirra. Orsøkin er tann einfalda, at tað ikki ber til at fáa útflýggjað NemID í Føroyum. – Hetta er ein púra

les meir