Stutt um Sjúrð

Sjúrður Skaale er føddur í Havn í 1967 - og tað er framvegis nalvin í hansara verð.

 

Politiska yrkislívið
Í 2008 varð Sjúrður valdur á ting fyri Tjóveldi, men í 2011 skifti hann til Javnaðarflokkin, á hvørs lista hann stutt eftir varð valdur á fólkating. Á fólkatingsvalinum fekk Javnaðarflokkurin 4.328 atkvøður. Sjúrður sjálvur fekk 1.539 atkvøður. Í 2015 varð Sjúrður afturvaldur á Fólkating. Javnaðarflokkurin fekk 5.666 atkvøður, og hevði tískil eina framgongd á 3,3% í mun til valið í 2011. Sjúrður gjørdist topskorarin hjá flokkinum við 2.495 persónligum atkvøðum.

Umvegis Fólkatingið luttekur Sjúrður aktivt í ymiskum norðurlendskum og arktiskum høpi: 

2011 - nú                            Formaður í Føroyanevndini

2011 - nú                            Varafólk í Uttanríkispolitisku nevndini

2014 - nú                            Formaður í arktiska arbeiðsbólkinum á Fólkatingi

2015 - nú                            Varafólk í Norðurlandaráðnum

2016 - nú                            Limur í eftirlitsnevndini í Norðurlendska íløgubankanum

 

Ungdóms- og lestrarárini
Sjúrður gekk 10 ár í Kommunuskúlanum, og síðani trý ár í Studentaskúlanum í Hoydølum, haðani hann fekk prógv í 1987.

Hann starvaðist so á Tórshavnar Vatnverki og sum sjónleikari í eitt ár, áðrenn leiðin gekk til Colombia, har hann royndi at víðka sjónarringin í eitt gott ár.

Síðani starvaðist hann sum journalistur á Dimmalætting og Sosialinum, áðrenn han fór at lesa spanskt á Keypmannahavnar Universiteti. Eftir eitt ár skifti hann til samfelagsfrøði, men gjørdi seg kortini lidnan við eina grundútbúgving í sponskum.

Eitt av árunum, hann las samfelagsfrøði, tók hann í Madrid í Spania.

Áðrenn hann fór undir yvirbygningin av útbúgving síni, var hann eitt ár í Føroyum, har hann starvaðist sum journalistur og spældi sjónleik við bólkinum Gríma.

Øll lestrarárini skrivaði hann fyri føroyskar fjølmiðlar, spældi kabarettir um summarið - og fiflaðist eitt sindur við sjónvarpsundirhald.

 

Yrkislívið
Í 1997 fór hann í starv í Sjónvarpi Føroya, har hann var í eitt gott ár áðrenn leiðin aftur gekk til Mið- og Suðuramerika at fjakka.

Afturkomin fekk hann, í 1999 starv sum embætismaður í Tinganesi, har hann var við til "fullveldisgongdina".

Tá hann gavst í 2001, fór hann í starv sum blaðmaður á nýggja blaðnum Fregnir.

Seint í 2002 gekk leiðin aftur til Danmarkar, har konan fór undir lestur, og hann fekk starv sum skrivari - ella spunasmiður - hjá Tjóðveldisflokkinum á Fólkatingi.

Aftan á fimm ár í Keypmannahavn starvaðist hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi, lýsingarmaður og studentaskúlalærari í nøkur ár, samstundis sum hann fekst við undirhald - bæði undir heitinum Pipar & Salt og E Elski Førjar.

Sjúrður hevur tikið lut í almenna kjakinum, síðani hann var heilt ungur og hevur samskipað og skrivað partar av fleiri bókum. Í egnum navni hevur Sjúrður givið út bøkurnar Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan, sum kom út í 2010, og 2000 - tá Føroyar skuldu loysa, sum kom út í 2016.

 

Frítíðin
Frítíðin fer nógv til lesing, men undirhaldið fyllir eisini nógv. Hann hevur eisini runnið nøkur marathon, gingið upp á nøkur fjøll - og frá 2014 fer tíð eisini til súkkling á føroyska Team Rynkeby liðnum.

Sjúrður er giftur Súsonnu, og tey eiga tveir dreingir - Ragnar og Brand. 






Tíðindi

2017/09/08

Krav á Fólkatingi: Føroyingar skulu missa lestrarstuðulin

Danski Fólkaflokkurin ætlar, at flestu føroyingar skulu missa rættin til SU. Sjúrður Skaale hevur tikið málið upp við stjórnina.

les meir

2017/08/23

Fosturtøka - tora vit at gera okkara egnu lóg?

Verandi fosturtøkulóg er frá 1956 og varð sett í gildi í Føroyum í 1959. Lógin er sostatt skrivað til eitt annað samfelag, eina aðra tíð og aðrar umstøður, og ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

les meir