Norðurlandaráðsfundur á Christiansborg

01. Nov 2011

Frá týsdegnum 1. november til hósdagin 3. november eru fundir í Norðurlandaráðnum á skránni á Christiansborg. Av tí, at javnaðarflokkurin hevur samstarv við Socialdemokratarnar, hevur Sjúrður Skaale tryggjað sær pláss í Norðurlandaráðnum.Fundirnir, sum nú verða hildnir, eru sonevnda árliga Norðurlandaráðs-sessiónin, har allir norðurlendsku forsætisráðharrarnir og...

les meir

Fyrispurningur um kostnaðin av føroysku løgregluni

30. Okt 2011

Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini, hevur sett danska justitsministaranum, Morten Bødskov (S) soljóðandi fyrispurning:»Ráðharrin verður biðin um at upplýsa samlaðu árligu útreiðslunar av løgregluni í Føroyum«Spurningurin varð settur 26.10.2011, og svarfreistin er fýra vikur. ...

les meir

Fyrispurningur um DIS-arar

30. Okt 2011

Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini, hevur sett danska Erhvervs- og vækstministaranum, Ole Sohn, soljóðandi fyrispurning um DIS-skipanina (Dansk Internationalt Skibsregister):»Hvussu nógvir danir eru fevndir av DIS-skipanini? Hvørji sosial gjøld rinda fólk, ið eru undir DIS-skipanini?Hvussu høg eru hesi gjøldini tilsamans í krónum pr persón -...

les meir

Fyrispurningur um prístalsviðgerð av blokkinum

30. Okt 2011

Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini á Fólkatingi, hevur sett danska finansministaranum, Bjarne Corydon (S) soljóðandi fyrispurning:»Blokkstuðulin til Føroya hevur verið fastfrystur í krónum og oyrum síðani 2002 og verður tí ikki prístalsviðgjørdur. Ráðharrin verður biðin um at upplýsa, hvussu stóra upphædd Føroyar »missa« orsakað av...

les meir