Flýggjaði fangin: Skaale setir Pape eina røð av spurningum

24. Apr 2017

- Fangin, sum flýggjaði, er bara enn eitt ítøkiligt dømi um, at viðurskiftini at hýsa fangum í Føroyum ikki eru nøktandi, sigur Sjúrður Skaale, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um málið.

les meir

Sólvá í starvsvenjing á Fólkatingi

20. Apr 2017

Síðst í mars kom Sólvá Magnadóttir frá NámX - Tórshavnar Kommunuskúla í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Sólvá hevur havt stóran áhuga í okkara arbeiði og hevur verið ógvuliga dugnalig undir uppihaldinum. Vit ynskja henni góða eydnu framyvir.
Hon greiðir her stutt frá sínum upplivingum á borgini:

les meir

Konventión hjálpir ikki føroyskum systrum í Italia

19. Apr 2017

Tað er ikki í stríð við altjóða konventión um ættleiðing, at tvær systrar, sum eru ættleiddar til føroysk foreldur í Italia, ikki fáa automatiskan ríkisborgararætt. Hetta sigur danska stjórnin í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingslim fyri Javnaðarflokkin. – Vit mugu góðtaka, at soleiðis er løgfrøðiliga støðan í løtuni, men tað merkir ikki, at hon eigur at vera so frameftir, sigur Sjúrður Skaale, ið ætlar at fylgja málinum upp.

les meir

Skaale: - Verandi støða sampakkar illa við hugsjónirnar um ein ríkisfelagsskap

06. Apr 2017

Føroyingar hava ikki eins góðar møguleikar at fáa ískoyti til at ansa egnum børnum i Danmark, sum danir, EU-borgarar og EØS-borgarar hava. Sjúrður Skaale hevur sett spurnartekin við hetta, og danski ráðharrin lovar nú, at trupulleikin verður tikin við í arbeiðnum við einum lógaruppskoti, sum verður borið í Fólkatingið í vár.

les meir