Konventión hjálpir ikki føroyskum systrum í Italia

19. Apr 2017

Tað er ikki í stríð við altjóða konventión um ættleiðing, at tvær systrar, sum eru ættleiddar til føroysk foreldur í Italia, ikki fáa automatiskan ríkisborgararætt. Hetta sigur danska stjórnin í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingslim fyri Javnaðarflokkin. – Vit mugu góðtaka, at soleiðis er løgfrøðiliga støðan í løtuni, men tað merkir ikki, at hon eigur at vera so frameftir, sigur Sjúrður Skaale, ið ætlar at fylgja málinum upp.

les meir

Skaale: - Verandi støða sampakkar illa við hugsjónirnar um ein ríkisfelagsskap

06. Apr 2017

Føroyingar hava ikki eins góðar møguleikar at fáa ískoyti til at ansa egnum børnum i Danmark, sum danir, EU-borgarar og EØS-borgarar hava. Sjúrður Skaale hevur sett spurnartekin við hetta, og danski ráðharrin lovar nú, at trupulleikin verður tikin við í arbeiðnum við einum lógaruppskoti, sum verður borið í Fólkatingið í vár.

les meir

Kjakið um Skattamálið II

29. Mar 2017

Kjak hevur stungið seg upp millum Sjúrð Skaale og Jan Lamhauge og Kringvarpið um eitt ávíst brot í sendingini Skattamálið II, ið stavar frá einari bókaframløgu. Eitt yvirlit yvir kjakið kann finnast her.

les meir

Fiskivinnan á breddan á fundi við Brexit-samráðingarleiðaran hjá ES

28. Mar 2017

- Føroyingar hava eina ábyrgd at fyrireika okkum soleiðis, at føroysk áhugamál verða framd í øllum fiskivinnuavtalum, og at fiskiskapurin framhaldandi verður burðardyggur, sigur Sjúrður Skaale eftir fundin við Brexit-samráðingarleiðaran hjá ES

les meir