Munandi færri føroysk lesandi í Danmark

16. Nov 2018

Fallið hevur verið støðugt seinastu árini og heili 27 procent tilsamans, vísir eitt svar til Javnaðarflokkin frá danska ráðharranum fyri útbúgving og gransking.

les meir

Politistøðin: Stjórnin má virka fyri føroyskum áhugamálum

30. Okt 2018

Føroyskar fyritøkur hættaðu sær ikki undir at bjóða uppá at umbyggja politistøðina. – ES-útboð hoyra ikki heima í Føroyum, og tað má stjórnin virka fyri at broyta, sigur javnaðartinglimurin, ið hevur sett donsku stjórnini nýggjan fyrispurning um málið.

les meir

Skaale: - Ríkið og Danmark er hvør sítt

29. Okt 2018

- Tað ljóðar rættiliga banalt, men tað er púra avgerandi at orða seg rætt í lóggávu. Hetta hevur tíverri ikki eydnast altíð, og fleiri føroyingar eru komnir í trupulleikar av hesum, sigur javnaðartinglimurin, ið vil hava stjórnina at áseta greiðar reglur á økinum.

les meir

Vitan um Føroyar skal styrkjast í Danmark

07. Sep 2018

Stjórnin vil brúka 15 mió. til at økja kunnleikan, og borgarar skjóta upp, at Ríkisfelagsskapurin skal á tímatalvuna. Alt í samsvari við tað, Javnaðarflokkurin leingi hevur virkað fyri.

les meir