Novo-málið: Danir hava gott samstarv við grunnar

Danir hava drúgvar royndir við at samstarva við grunnar í menningini av vælferðarsamfelagnum, vísir svar frá stjórnini. – Í einum væl skipaðum samstarvi er ongin orsøk at stúra Novo-grunnin, sigur fólkatingslimur Javnaðarfloksins.

Sonevndu Steno diabetes-centrini, sum Novo-grunnurin hevur fíggjað, hava fingið fitt av umrøðu í Føroyum farnu tíðina. Grunnurin hevur gjørt samstarv við tær fimm donsku regiónirnar og grønlendsku myndugleikarnar. Ynskið hevur tó allatíð verið at gera eitt centur í Føroyum eisini.

Føroyskir myndugleikar hava verið varnir við at taka av, og tess at fáa greiðu á summum av óvissunum, setti Henrik Old tískil ein spurning til donsku stjórnina um málið í farnu viku. Í gjár kom svarið frá stjórnini.

- Út frá hesum svarinum at døma er ongin orsøk hjá politiska myndugleikunum í Føroyum at stúra fyri einum slíkum samstarvi. Danir hava eina langa siðvenju við at samstarva við grunnar um alskins vælferðartænastur.

- Sjálvandi skal tað skipast væl, men eg ivist ikki í, at føroyskir myndugleikar og føroysk fakfólk kunnu bera tað á mál. Hetta er ein uppá allar mátar seriøsur grunnur, sum vil gera eina megnar íløgu í Føroyum.

- Tað snýr seg um at betra umstøðurnar hjá túsundtals føroyskum sjúklingum. Tí hevði tað verið heilt ómetaliga spell, um hetta glapp okkum av hendi, sigur Henrik Old.





Tíðindi

2019/02/28

Rigmor Dam á Fólkating

Rigmor Dam á Fólkating Í morgun varð útskiftingin í fólkatingsmanningini hjá Javnaðarflokkinum formliga góðkend í fólkatingssalinum, og Rigmor Dam tekur sæti fyri Sjúrð Skaale komandi vikuna.Rigmor Dam hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki sum bæði

les meir

2019/02/28

25 mió. til vitan um ríkisfelagsskapin – soleiðis skulu pengarnir brúkast

Forsætismálaráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi hava gjørt avtalu um at fara undir eina røð av tiltøkum, sum m.a. fara at styrkja vitanina hjá dønum um Føroyar. 25 mió.kr. eru settar

les meir