Veddingarpengar: Ongin garanti til føroyingar

Danska stjórnin vil ikki geva føroyingum vissu fyri, at ein nýggjur eigari av Danske Spil fer at víðariføra avtaluna um at gjalda veddingarpengar til føroyskt ítróttar- og frítíðarlív. – Tí er enn meira avgerandi at fáa at vita, um stjórnin ætlar sær at seta eitt søluskelti á Danske Spil, sigur Sjúrður Skaale. 

Danska stjórnin hevur í samgonguskjali sínum sett sær fyri at einskilja almennar fyritøkur, sum eru í beinleiðis kapping við privatar fyritøkur. Stjórnin hevur í hesum sambandi boðað frá, at ein greining skal gerast, ið skal lýsa fyrimunir og vansar við einskiljingum av ítøkiligum fyritøkum hjá danska statinum.

Danske Spil hevur verið nevnd sum ein uppløgd fyritøka at einskilja. Samstundis er talan um eina fyritøku, sum føroyingar hava stór áhugamál í. Hetta kemst av, at Danske Spil hevur eina avtalu við Sp/f Ítróttarvedding, ið gevur loyvi til at skipa fyri veddingum og eydnuspølum. Avtalan tryggjar á tann hátt Danske Spil atgongd til føroyska marknaðin. Afturfyri skal eitt avgjald gjaldast, sum fer í puljuna av veddingarpengum, ið árliga verður útgoldin til almannagagnlig endamál hjá eittnú ÍSF, F.U.R. og MBF.

Men danski fíggjarmálaráðharrin, Kristian Jensen, vil ikki geva føroyingum vissu fyri, at hendan avtalan heldur áfram, um fyritøkan verður seld. Hetta ger hann greitt í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingslim fyri Javnaðarflokkin, í dag.

- Fyritøkurnar hjá danska statinum verða riknar eftir armslongdar-princippinum. Tað er sostatt leiðslan og nevndin hjá Danske Spil, sum hava ábyrgdina av at reka felagið á handilsliga hóskandi hátt. Tí kann stjórnin ikki, hvørki sum eigari ella við einum nýggjum eigara, tryggja at avtalan millum Danske Spil og Ítróttarvedding verður víðariførd, sigur fíggjarmálaráðharrin millum annað í svari sínum.

Føroyski fólkatingslimurin vil tí hava at vita, hvørjar ætlanir stjórnin hevur við Danske Spil.

- Hóast stjórnin ikki formelt ger sína ávirkan galdandi, so ivist eg ikki í, at ognarviðurskiftini hava týdning fyri, hvussu felagið verður rikið. Tí mugu vit hava eitt greitt svar frá stjórnini um, hvørjar ætlanir hon hevur við felagnum, sigur Sjúrður Skaale.

Hann hevur tí sett fíggjarmálaráðharranum hendan spurning:

Spørgsmål:
Har regeringen til hensigt at privatisere hele eller dele af Danske Spil A/S i denne valgperiode?

Bemærkninger:
Spørgsmålet er tidligere stillet, men ikke besvaret direkte, jf. svar på Finansudvalgets spørgsmål nr. 153 (Alm. del) af 9. januar 2018.

Svarið verður væntandi almannakunngjørt seinni í hesum mánaðinum.





Tíðindi

2018/05/24

Nýggj politistøð: Løgmálaráðharrin sinnaður at kanna aðra loysn

Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.

les meir

2018/05/15

Stjórnin tikið upp málið um føroyskt á Keypmannahavnar Universiteti

- At fáa henda dialogin í lag var endamálið við at taka málið upp, sigur Sjúrður Skaale.

les meir