Veddingarmilliónir: Hvat hendir um Danske Spil verður selt?

Sonevndu veddingarpengarnir tryggja á hvørjum ári umleið 20 milliónir til føroyskt ítróttar- og frítíðarlív. Ein stórur partur av hesum stavar frá Danske Spil, sum sigst vera ein uppløgd fyritøka hjá borgarligu donsku stjórnini at einskilja. Men hvussu verður tá við veddingarmilliónunum?

Borgarliga VLAK-stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen hevur í samgonguskjali sínum sett sær fyri at einskilja almennar fyritøkur, sum eru í beinleiðis kapping við privatar fyritøkur. Stjórnin hevur boðað frá, at ein greining skal gerast, ið skal lýsa fyrimunir og vansar við einskiljingum av ítøkiligum fyritøkum hjá danska statinum.

Enn vita vit sostatt ikki, um Danske Spil skal einskiljast. Stjórnin hevur bert boðað frá, at hon hevur eitt ynski um at einskilja sjónvarpsstøðina TV2. Men serfrøðingar hava kortini nevnt Danske Spil sum eina av almennu fyritøkunum, ið hóskar seg best til at einskilja - bæði skjótt og væl.

Føroyingar eiga onki í Danske Spil. Vit hava tó stór áhugamál í fyritøkuni. Hetta kemst av, at Danske Spil hevur eina avtalu við Sp/f Ítróttarvedding, ið millum annað kann geva loyvi til at skipa fyri veddingum og eydnuspølum. Avtalan tryggjar sostatt Danske Spil atgongd til føroyska marknaðin.

Fyri hetta loyvið skal eitt avgjald gjaldast. Tað er hetta avgjald, sum - tá ið árið er gjørt upp - verður útgoldið eftir einum føstum býtislykli til almannagagnlig endamál hjá eittnú ÍSF, F.U.R. og MBF.

- Hetta er ein skipan, sum hevur sera stóran týdning fyri nógv týðandi virksemi kring landið. Tí vil eg hava greiðu á, um skipanin fær eitt skot fyri bógvin av einari møguligari einskiljing, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Hann hevur tí gjørt av at seta Kristiani Jensen, fíggjarmálaráðharra, ein spurning um málið. Fólkatingslimurin vil hava at vita, um ætlanin er at selja Danske Spil, og hvat stjórnin ætlar sær at gera fyri at tryggja at avtalan við Sp/f Ítróttarvedding ikki fer fyri skeyti.

...

Spurningurin er soljóðandi:

Danske Spil A/S skal have indgået aftale med det færøske Sp/f Ítróttarvedding, som indebærer, at Danske Spil mod at kunne udbyde spil på det færøske marked i henhold til færøsk lovgivning skal betale afgift til Sp/f Ítróttarvedding. Den færøske virksomhed udlodder herefter midlerne til diverse almennyttige formål, som igennem årene er blevet tilført et anseeligt millionbeløb. Det er derfor uomtvisteligt i færøsk interesse, herunder navnlig for det færøske idræts- og foreningsliv, at aftalen med Danske Spil A/S opretholdes, uanset hvordan ejerforholdene måtte være. Kan ministeren på den baggrund oplyse, om regeringen har til hensigt at privatisere hele eller dele af Danske Spil A/S i denne valgperiode, og i bekræftende fald oplyse hvorledes regeringen vil sikre, at en eventuel ny ejer af Danske Spil A/S viderefører aftalen med Sp/f Ítróttarvedding?






Tíðindi

2018/01/09

Veddingarmilliónir: Hvat hendir um Danske Spil verður selt?

Sonevndu veddingarpengarnir tryggja á hvørjum ári umleið 20 mió. til føroyskt ítróttar- og frítíðarlív. Ein stórur partur av hesum stavar frá Danske Spil, sum sigst vera ein uppløgd fyritøka hjá borgarligu donsku stjórnini at einskilja.

les meir

2018/01/04

Javnaðarflokkurin gjørt avtalu um tríggjar milliónir til FarGen

- Áhugin fyri gengransking er sera stórur, men granskingin er sera dýr - og tí gera tær stóru fyritøkurnar sínar íløgur har, sum karmarnir eru tryggast og best, sigur Sjúrður Skaale.

les meir