Tak A-stuðulin við tær til Føroya

Fólk, sum eru útbúgvin á donskum lærustovni, sleppa beinleiðis í danskan A-kassa. Tey hava eisini kunnað farið til onnur ØES og ES-lond við hesum fíggjarstyrki í tríggjar mánaðir – men eru tey farin til Føroya, hava tey mist stuðulin.

Hetta hevur gjørt, at nógvir føroyingar ikki eru farnir til Føroya at leita sær starv, tí hevur teir hvørki kunnað verið í danska A-kassanum ella í ALS.

Millum yvirskipaðu málini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi er at gera tað smidligari hjá føroyingum at koma heim eftir loknan lestur, og ein partur av hesum er at beina burtur marknaforðingar, sum eru millum Danmark og Føroyar.

Og 1. januar kemur broytingin, sum eru fingin í lag eftir gott samstarv millum fleiri partar.  Vinnumálaráðið fer í næstum formliga at gera avtaluna við danskar myndugleikar, og frá 1. januar 2015 kunnu føroyingar koma til Føroya í tríggjar mánaðir uttan at verða koyrdir úr danska A-kassanum.






Tíðindi

2018/04/20

KU ætlar at strika undirvísing í føroyskum

Fakið hevur verið undir trýsti í fleiri ár, og nú leggur Københavns Universitet upp til at strika undirvísingina heilt. – Vitanin um Føroyar er frammanundan lítil í Danmark, og tað ger hetta stigið enn meira

les meir

2018/02/21

Nýggj frágreiðing: Brexit og avleiðingarnar fyri føroyska fiskivinnu

NÝGGJ FRÁGREIÐING: BREXIT FÆR AVLEIÐINGAR FYRI FØROYSKA FISKIVINNU Tá Bretland tekur seg úr ES, mugu Føroyingar gera nýggja fiskiavtalu við Bretar. Vit fiska nógv í bretskum sjógvi og útflyta nógv til Bretlands. Avtalan hevur tí

les meir