Sjúrður formaður í arktiskum arbeiðsbólki

Christiansborg 22. oktober 2014

Á Fólkatingi er settur ein arbeiðsbólkur, hvørs uppgáva er at hava fokus á ta menning, sum fer fram í Arktis, og at royna at ávirka dagsskránna í tí sambandi.

Í bólkinum eru átta limir, og Sjúrður Skaale bleiv í dag valdur til formann.

Arbeiðsbólkurin skal taka lut á fundum og ráðstevnum har spurningar viðvíkjandi Arktis verða viðgjørdir, og skapa og røkja sambond við lyklapersónar. Bólkurin kann eisini sjálvur skipa fyri tiltøkum og greiningum.

Tað eru Grønland og Føroyar sum gera Danmarkar ríki til eitt arktiskt ríki, og alt sum Danmark ger í hesum sambandi skal gerast í samráð við ella vegna Grønland og / ella Føroyar. Tí skal hesin bólkurin sjálvsagt samskifta við føroyskar og grønlendskar myndugleikar, kunna um hvat nýtt er at frætta, hvørjir møguleikar eru, og føra føroysk / grønlendskt sjónarmið fram á røttum stað.





Tíðindi

2018/05/24

Nýggj politistøð: Løgmálaráðharrin sinnaður at kanna aðra loysn

Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.

les meir

2018/05/15

Stjórnin tikið upp málið um føroyskt á Keypmannahavnar Universiteti

- At fáa henda dialogin í lag var endamálið við at taka málið upp, sigur Sjúrður Skaale.

les meir