Partapolitiskur taktikkur heldur enn fólkaræði

Føroyski veljarin hevur onga ávirkan á førda politikkin. Men millum floksformenn er óttin fyri at missa atkvøður sterkari enn ábyrgdin fyri fólkaræðinum.

Tey, sum valdu Sambandsflokkin seinasta val, blivu lumpað. Tí hóast tey valdu lista B, valdu tey fólkaflokspolitikk.

Eisini atkvøðurnar hjá bæði Mið- og Sjálvstýrisflokkinum fóru til fólkaflokspolitikk.

Hetta er ikki óvanligt í Føroyum. Fólk vita aldrin hvat tey fáa, tá tey fara á val.

So skjótt talt er upp eftir valið, verður "talvan vaskað rein". Tað merkir, at øll vallyfti verða strikað, og farið verður undir ein drúgvan boksikamp við tí fína heitinum ”samgongusamráðingar”.

Tað er ikki tann, sum vinnur valið, sum fær valdið. Valdið fær tann, sum vinnur hendan boksikampin, ið kemur AFTANÁ valið.

Boksikampin hevur veljarin onga ávirkan á - og tí hevur hann heldur ikki ávirkan á, hvør politikkur skal rekast.

Soleiðis er støðan, tí flokkar fara til val hvør í sínum lagi, uttan minsta atlit til, hvat er realistiskt at fáa meiriluta fyri - ella saman við hvørjum hesin meiriluti skal skipast.

Tað rætta hevði sjálvsagt verið, at samgongusamráðingar vóru ÁÐRENN valið, so veljarin visti hvat hann fekk, um hann valdi hendan ella handan flokkin.

Áðrenn hetta fæst í lag, ber illa til at siga, at vit hava fólkaræði í Føroyum. Tí hóast veljarin velur ein flokk ella ein persón, so velur hann hvørki nakra samgongu, nakran løgmann ella nakran politikk.

Veljarin er næstan skeklaður burturúr okkara politisku skipan.

 

”Fyrimunurin”

Men veljarin sjálvur kann einki gera við hetta. Tað eru leiðslurnar í flokkunum sum mugu taka trupulleikan í álvara.

Hví gera tær so ikki tað?

Orsøkin er, at tað er lættari at føra valstríð, so leingi politiska skipanin livir sítt egna lív, leys av fólksins vilja.

Vilt tú veljast sum nú er, skal tú bara siga okkurt. Tað er líka mikið hvat. Einki forpliktar, tí tað fyrsta sum hendir, tá valið hevur verið, er, at "talvan verður vaskað rein". 

Aðrastaðni kann veljarin sammeta tey lyfti, hann "keypti" við síni atkvøðu, við tann politikk, sum hann fekk. Tað kann føroyski veljarin ikki, tí hann fær aldrin nakra realistiska ætlan at taka støðu til. Bara 1000 lyftir uttan samskipan av nøkrum slag. Øll siga bara okkurt.

Um flokkar høvdu funnið saman áðrenn val, hevði tað ikki verið so lætt. Um til dømis Fólkaflokkurin undan síðsta vali hevði forlovað seg við Sambandsflokkinum, hevði hann mist atkvøður frá loysingarsinnaðum veljarum.

Í staðin kom forlovilsið í lag eftir valið - altso eftir, at loysingaratkvøðurnar vóru komnar til høldar. Soleiðis vann Fólkaflokkurin valið - men nógvir veljarar blivu lumpaðir. 

Tað er júst hetta, sum er "fyrimunurin" við verandi skipan: Tað ber til at fáa atkvøður frá veljarum, sum ikki taka undir við politikkinum, og sum høvdu stemmað øðrvísi, um teir kendu sannleikan áðrenn valið.

Men hesin "fyrimunur" hjá floksleiðslunum er ein stórur vansi hjá veljarunum - og samfelagnum øllum.

 

Aksel tók fyrsta stigið

Tí var tað eitt týdningarmikið stig, tá Aksel Johannesen boðaði frá, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin.

So veit veljarin tað: Ein atkvøða til Javnaðarflokkin er IKKI samstundis ein atkvøða til Fólkaflokkin. Linjurnar eru greiðari.

Høvdu aðrir floksleiðarar eisini tikið fyrsta stigið til at rudda upp, høvdu vit skjótt fingið eitt nógv greiðari politiskt landslag, og veljarin hevði fingið eina hylling á, hvat hann fekk fyri sína atkvøðu.

Høvdu allir flokkar – sum eina byrjan – bara kunna nevnt ein flokk, sum teir ikki fóru at samstarva við, høvdu fólk valt á nógv betri upplýstum grundarlag.

Men eingin hevur torað, tíverri. Óttin fyri at missa atkvøður er sterkari enn ábyrgdin fyri folkaræðinum.

 

Loysing ella kaos

Tá Jóannes Eidesgaard herfyri mælti til at skipa ein vinstrablokk sum fór saman til val – og harvið trýsti samgonguna saman í ein høgrablokk – bleiv aftur kjak um hetta.

"Jóannes royndi ikki sjálvur at skipa blokkar", bleiv sagt aftur og aftur. Hvør skal siga: Tað sum hann sigur er rætt - men hann var líka ringur sum vit. Sum um tað tekur ábyrgdina frá teimum, sum nú sita...

Hóast hann er uttanfyri tingið í løtuni,  er Tórbjørn Jacobsen ein tungvektari í Tjóðveldinum. Og hann avvísir blankt øllum tosi um blokkar.

Tobbi svaraði í Sosialinum Jóannesi soleiðis: ”Hesin dialektikkurin, har áhaldandi trýstið frá progressiva vinstravonginum á øllum mótum hevur trýst systemið til at virka fyri betri korum hjá lægru stættunum, er mesta orsøkin til vælferðarsamfeløgini á okkara leiðum. (...) Tí kundi royndin eisini verið skilagóð í Føroyum, men til tað eru alt ov nógvar barrierur í kringumstøðunum í løtuni. Paternala støðan hjá danska statinum í oyggjunum er fremsta forðingin. Tað er gordiski knúturin, sum má loysast fyrst av øllum.”

Hvør skal siga: Fyrst loysing – síðani politikk!

Tað er syndarligt, at Tjóðveldi vil parkera politisku uppruddingina við hesi undanførslu. Tí er viljin til staðar, ber væl til at føra politikk sum er. Løgtingið hevur tær heimildir, sum krevjast.

Tobbi minnir ikki sørt um víðgongdu kommunistarnar, sum í síni tíð ikki vildu reformera kapitalistisk samfeløg, tí teir heldur vildu slóða fyri sosialismuni. Tað skuldi prógvast, at kapitalisman ikki kundi fáast at fungera øllum til frama.

 

Undanførsla hjá Hoydal

Eisini Høgni Hoydal avvísir í samrøðu við Dimmalætting at skipa ein blokk. Men samstundis sigur hann, at ”tú skalt kunna krevja av øllum flokkum, at teir standa við tað, teir fara til val uppá”.

Men hetta ber ikki til. Øll kunnu ikki standa við tað, tey lova, tá samgonga skal gerast millum flokkar, har annar hevur lovað í eyst og hin í vest.

Fyri at sleppa undan at siga hvønn hann vil samstarva við – ella hvønn hann ikki vil samstarva við – sigur Høgni, at ein minnilutastjórn hevði verið tað rætta. Men ein minnilutastjórn merkir altso ikki, at einki kompromis skal gerast. Tvørturímóti - tá skulu kompromis gerast við allar partar. Heldur ikki í slíkari stjórn hevði Tjóðveldi kunnað staðið við alt tað, sum flokkurin lovar.

Høgni hugsar ikki um hvat er best fyri landið, men hvussu hansara flokkur kann fáa sum mest av atkvøðum.

 

Vita ella gita...

Politiskar avgerðir krevja ein meiriluta. Og so leingi eingin flokkur fær meirilutan, krevur hetta samstarv og semjur.

Tann einasti spurningurin er, um veljarin skal sleppa at taka støðu til tær semjur, sum verða gjørdar – ella ikki.

Og boðini frá flokkunum eru, at tað skal veljarin ikki sleppa! Hann skal bara gita – ikki at vita.

 Partapolitikkur telur meira enn fólkaræði.





Tíðindi

2018/06/20

Lundi og álka: Altjóða veiðibann kann raka Føroyar

Nógv bendir á, at eitt altjóða veiðibann er ávegis. Bannið fevnir millum annað um veiðu eftir lunda og álku, og hetta kann raka Føroyar umvegis danska limaskapin í altjóða avtalu. – Eg fari at gera

les meir

2018/05/24

Nýggj politistøð: Løgmálaráðharrin sinnaður at kanna aðra loysn

Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.

les meir