KU ætlar at strika undirvísing í føroyskum

Fakið hevur verið undir trýsti í fleiri ár, og nú leggur Københavns Universitet upp til at strika undirvísingina heilt. – Vitanin um Føroyar er frammanundan lítil í Danmark, og tað ger hetta stigið enn meira harmiligt, sigur Sjúrður Skaale, sum vil hava donsku stjórnini at svara eina røð av spurningum í hesum máli.

Í fleiri ár hevur verið róð framundir, at undirvísingin í føroyskum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn skal sparast burtur.

- Eg tók hetta fyrstu ferð upp við stjórnina í 2015. Greiða svarið var, at stjórnin ynskti at undirvísingin í føroyskum helt fram, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

- Føroyskt-undirvísingin hevur hóast føgur politisk orð verið undir støðugum trýsti síðani. Sum skilst so er tað sama tíverri eisini galdandi fyri onnur smærri norðurlendsk mál, sum eittnú íslendskt.

Í vikuni bórust so boð um, at ætlanin um at strika fakið – enn eina ferð – er tikin fram. Líkt er nevnliga til, at føroyskt verður rakt av generellum sparingum á lærda háskúlanum. Avgerð er sostatt tikin um, at fak við færri enn 30 næmingum ikki skulu bjóðast út longur.

- Hetta er nærum sergjørt til at raka føroyskt-undirvísingina.

- Tað er sjálvandi upp til leiðsluna á einum fríum universiteti at gera av, hvussu sparingar skulu setast í verk. Men eg haldi kortini, at stjórnin kann gera sína ávirkan galdandi her. Tað er onki til hindurs fyri, at stjórnin setir krav um, at føroyskt skal bjóðast á universitetinum. Tað snýr seg um politiskan vilja og um hvørt tað er ein veruligur áhugi at økja um kunnleikan til føroysk viðurskifti, sigur Sjúrður Skaale og leggur afturat:

- Frammanundan vita føroyingar nógv meira um donsk viðurskifti enn danir vita um føroysk. Endamálið má vera at minka um hetta gloppið við at styrkja kunnleikan hjá dønum. Tað gerst altso ikki við at skerja teirra møguleikar at leita sær vitan um okkara mál og samfelag.

 

Fólkatingslimurin hevur tí sett undirvísingarmálaráðharranum soljóðandi fyrispurningar:

Københavns Universitet har som led i en spareplan angiveligt besluttet, at såkaldte ikke samlæste tilvalg skal have minimum 30 tilmeldte deltagere, før de udbydes. Dette vil med al sandsynlighed betyde, at tilvalget Færøsk fremover ikke vil blive udbudt til studerende. Ministeren bedes på denne baggrund besvare følgende spørgsmål:

– Er ministeren enig i, at der – i det danske uddannelsessystem – kun i ganske begrænset omfang, tilbydes undervisning i og oplysning om Færøerne og færøske forhold?

– Hvor stor en udgift er pr. semester forbundet med at udbyde tilvalget Færøsk på Københavns Universitet, hvis det forudsættes, at faget oprettes?

– Er det i overensstemmelse med regeringens ambition om at øge kendskabet til Færøerne og færøske forhold, at undervisning i tilvalget Færøsk tilsyneladende nedlægges?

– Hvad er ministerens holdning til, at undervisning i og oplysning om Færøerne og færøske forhold rammes så hårdt af generelle besparelser, at tilbud tilsyneladende må nedlægges som følge heraf?

– Er ministeren villig til at tilvejebringe midler til, at tilvalget Færøsk – eller et tilsvarende fag – kan fortsætte?

– Hvilke konkrete målsætninger har regeringen for igennem uddannelsessystemet at øge kendskabet til Færøerne og færøske forhold, og hvordan og hvornår påtænker regeringen at iværksætte disse?





Tíðindi

2018/06/20

Lundi og álka: Altjóða veiðibann kann raka Føroyar

Nógv bendir á, at eitt altjóða veiðibann er ávegis. Bannið fevnir millum annað um veiðu eftir lunda og álku, og hetta kann raka Føroyar umvegis danska limaskapin í altjóða avtalu. – Eg fari at gera

les meir

2018/05/24

Nýggj politistøð: Løgmálaráðharrin sinnaður at kanna aðra loysn

Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.

les meir