Krav á Fólkatingi: Føroyingar skulu missa lestrarstuðulin

Danski Fólkaflokkurin ætlar, at flestu føroyingar skulu missa rættin til SU. Sjúrður Skaale hevur tikið málið upp við stjórnina.

Danski Fólkaflokkurin er avgerandi partur av parlamentariska grundarlagnum undir donsku stjórnini og hevur nógva ávirkan.

Hesin flokkur krevur nú, at sparingar verða framdar í lestrarstuðlinum til útlendingar. Kravið verður sett fram í sambandi við samráðingarnar um donsku fíggjarlógina, sum nú standa fyri.

Ítøkiliga mælir Danski Fólkaflokkurin til, at tað ikki skal bera til at fáa lestrarstuðul uttan so, at ein hevur verið í Danmark í sjey av seinastu átta árunum.

- Stjórnarflokkarnir hava tikið væl ímóti uppskotinum, og tað ørkymlar. Tí um hetta verður veruleiki, so kemur tað at raka so at siga øll føroysk lesandi, sum leita sær til Danmarkar á hvørjum ári. Tað kann ikki vera meiningin, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Danski Fólkaflokkurin mælir beinleiðis til, at uppskotið eisini rakar danskar ríkisborgarar. Á tann hátt vil flokkurin tryggja, at uppskotið innihaldsliga ikki er í stríð við mannarættindi ella ES-lóggávu.

- Júst slíkar broytingar hava fyrr rakt føroyingum meint. Og tað er ongin ivi um, at hetta fer at raka føroyingar, um tað verður sett í verk. Tað má ikki henda fyri lesandi, sum frammanundan hava trong fíggjarlig kor, sigur Sjúrður Skaale, sum hevur tikið málið upp við donsku stjórnina.

Fólkatingsmaðurin hevur eisini víst stjórnini á, hvussu trupulleikin kann loysast.

- Á øðrum økjum er uppihald í Føroyum og Grønlandi javnsett við uppihald í Danmark. Tað er upplagt at gera tað sama í hesum førinum.

Fólkatingslimurin heldur seg vanliga frá at blanda seg beinleiðis uppí danskan fíggjarpolitikk, men her má gerast eitt undantak, metir Sjúrður Skaale.

- Eg havi ongantíð upplivað, at sparingar beinleiðis eru ætlaðar at raka føroyingar. Og eg ivist eisini í, um meiriluti er fyri teirri loysn, sum Danski Fólkaflokkurin vil hava. Men tað er áður komið fyri, at politiska skipanin ikki hevur hugsað um, at sparingar, sum eru ætlaðar at raka útlendingar, eisini raka føroyingar. Og tað hevur verið dýrt hjá teimum, sum eru rakt av tí.

- Tí havi eg góðar vónir um, at uppskotið frá Danska Fólkaflokkinum undir samráðingunum verður tillagað soleiðis, at føroyskir ríkisborgarar ikki verða raktir. Men eg fari sjálvandi at fylgja málinum allan vegin, sigur Sjúrður Skaale.


Ein nærri lýsing av uppskotinum hjá DF kann lesast her á dr.dk


 

Spurningurin og grundgevingin fyri spurninginum eru soljóðandi:

Spørgsmål: Vil ministeren bekræfte, at i forbindelse med de forestående finanslovsforhandlinger vil eventuelle begrænsninger i retten til SU for udenlandske studerende, samt eventuelle yderligere finansieringskilder hidhørende fra ydelser til udenlandske statsborgere, ikke berøre færinger, som enten er bosat eller vil bosætte sig i Danmark, og hvorledes vil ministeren i givet fald sikre dette?

Skriftlig begrundelse: Dansk Folkeparti har i forbindelse med de forestående finanslovsforhandlinger foreslået et SU-optjeningsprincip for udenlandske studerende, hvilket regeringen – så vidt spørgeren er orienteret – har stillet sig positivt overfor. Spørgeren har principielt set ingen holdning til intern dansk finans- eller fordelingspolitik. Det er dog spørgerens indtryk, at færinger sjældent eller aldrig er mål for sådanne besparelser eller omfordelinger. Ikke desto mindre har vi før set uheldige eksempler på utilsigtede negative konsekvenser for færinger, som er bosat eller påtænker at bosætte sig i Danmark, når der foretages besparelser eller omfordelinger. Man glemmer ganske enkelt i lovgivningsarbejdet at tage højde for og derved at tage politisk stilling til, at et givent tiltag efter sin ordlyd vil ramme færinger i Danmark eller færinger, som flytter til Danmark. Spørgeren ønsker ministerens stillingtagen til, hvorledes sådanne utilsigtede følgevirkninger vil blive søgt undgået i det omfang regeringen vil friholde færinger for virkningerne af sådanne tiltag. Spørgeren kan oplyse, at lignende problemstillinger, som det sikkert er ministeren bekendt, er løst ved at ligestille ophold på Færøerne med ophold i Danmark – eller ganske enkelt at bruge betegnelsen “det danske kongerige” i stedet for “Danmark” eller “her i landet”. 





Tíðindi

2017/09/08

Krav á Fólkatingi: Føroyingar skulu missa lestrarstuðulin

Danski Fólkaflokkurin ætlar, at flestu føroyingar skulu missa rættin til SU. Sjúrður Skaale hevur tikið málið upp við stjórnina.

les meir

2017/08/23

Fosturtøka - tora vit at gera okkara egnu lóg?

Verandi fosturtøkulóg er frá 1956 og varð sett í gildi í Føroyum í 1959. Lógin er sostatt skrivað til eitt annað samfelag, eina aðra tíð og aðrar umstøður, og ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

les meir