19. november 2018

Javnaðarflokkurin ger avtalu um 9,5 mió. kr. til Posthús-verkætlanina

Seinasti parturin av fíggingini at byggja Mentanarhúsið í Klaksvík er komin undir land. Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um 9,5 mió. kr til verkætlanina. Harumframt eru 2 mió. kr. játtaðar at gera Gamla Hospital í Havn liðugt.

Eftir drúgvar tingingar hevur Javnaðarflokkurin í dag tryggjað tilsamans 11,5 mió. kr. til tvær verkætlanir í Føroyum. Bróðurparturin fer til verkætlanina Posthúsið í Klaksvík. Endamálið er at byggja eitt nýmótans mentanarhús í býnum. Posthúsið verður umvælt og fær harafturat ein nýggjan, snotiligan tilbygning, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað.

- Hetta er ein framsøkin verkætlan, sum eldsálir í og kring kommuna hava lagt nógv fyri at finna fígging til. Ein stórur biti vantaði tó í,og tí eg eri sera fegin um, at tað – eftir áheitan frá floksfelagum í Klaksvík og í góðum samstarvi við umsitingina í kommuni, borgarstjóran og mong onnur – hevur eydnast at gera avtalu um 9,5 mió. kr. so farast kann í gongd, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Avtalan er, at 4,5 mió. kr. verða játtaðar í 2019 og aðrar 5 mió. kr. í 2020.

Umframt Mentanarhúsið, so hevur tað eisini eydnast Javnaðarflokkinum at samráða seg til 2 mió. kr. til Gamla Hospital. Søguligi bygningurin skal nýtast sum savn, umframt at veita betri hølisviðurskifti til Fountain-húsið, ið veitir hjálp til fólk við sosialum ella sálarligum avbjóðingum.

- Vit hava áður gjørt avtalu um 3 mió. kr. til hesa verkætlanina, men tvær milliónir vantaðu í fyri at kunna gera hana lidna. Stjórnin hevur frá byrjan víst stóran áhuga fyri verkætlanini, tí Gamla Hospital er tann seinasti bygningurin af sínum slag í ríkinum. Tað hevur stóran søguligan týdning at varðveita ein slíkan bygning. Tí eri fegin um, at vit við hesi avtaluni kunnu tryggja, at verkætlanin kemur á mál, sigur Sjúrður Skaale.

Peningurin til Gamla Hospital verður játtaður í 2019.





Tíðindi

2019/02/28

Rigmor Dam á Fólkating

Rigmor Dam á Fólkating Í morgun varð útskiftingin í fólkatingsmanningini hjá Javnaðarflokkinum formliga góðkend í fólkatingssalinum, og Rigmor Dam tekur sæti fyri Sjúrð Skaale komandi vikuna.Rigmor Dam hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki sum bæði

les meir

2019/02/28

25 mió. til vitan um ríkisfelagsskapin – soleiðis skulu pengarnir brúkast

Forsætismálaráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi hava gjørt avtalu um at fara undir eina røð av tiltøkum, sum m.a. fara at styrkja vitanina hjá dønum um Føroyar. 25 mió.kr. eru settar

les meir