Blokkurin til Føroya er ein partur av samlaðu donsku fíggjarlógini, og tí verður ikki ein serstøk atkvøðugreiðsla um blokkin, sum mong tykjast halda.

Eftir eitt innslag í Degi og Viku fríggjakvøldið hava fleiri havt at mær, tí eg ætli at atkvøða fyri eini semju millum landsstýrið og donsku stjórnina um hægri blokk, um henda semja verður partur av donsku fíggjarlógini. 

Eg skal tí greiða frá orsøkini:

Javnaðarflokkurin segði púra greitt í valstríðnum, at vit IKKI ætlaðu at draga føroyskan partapolitikk niður á Christiansborg. Hinvegin lovaðu vit, at vit í okkara virki á Fólkatingi skuldu virða tann meirilutan, sum situr í Føroyum.

Nú hendi tíverri tað eftir løgtingsvalið, at Føroyar fingu mest reaktioneru samgongu, vit nakrantíð hava havt. Tað haldi eg sjálvsagt sera lítið um.

Men í mínum starvi á fólkatingi má eg kortini virða henda veruleika. Eg kann ikki gjøgnum fólkatingið fara í víggj ímóti tí demokratiska meirilutanum í Føroyum. Okkara innlendis partapolitiska stríð skal eftir mínum tykki førast í Føroyum - ikki í Danmark.

 

Partur av fíggjarlógini

Annars er at siga, at ein møgulig semja um hægri blokk IKKI kemur til atkvøðugreiðslu fyri seg. Semjan kemur einans í fólkatingssalin sum ein partur av donsku fíggjarlógini. Eg hevði sostatt bara kunnað atkvøtt ímóti við at atkvøtt ímóti allari fíggjarlógini.

Og tað hevði absolutt ongan mun gjørt. Tað er vanligt í Danmark, at fíggjarlógin verður samtykt við sera stórum meiriluta. Tvs. at tá samráðingarnar eru lidnar, so virða øll úrslitið. Eisini tey, sum sita í minniluta. Og tað er longu greitt, at Venstre fer at stemma fyri hesaferð.

Eg stemmi eisini fyri donsku fíggjarlógini. Tað geri eg m.a. fyri at virða úrslitið av teimum tingingum, sum eg sjálvur havi við danskar ráðharrar - m.a. um ætlaðu sparingarnar innan løgregluna í Føroyum.

Men eg geri tað eisini fyri at virða úrslitið av teimum samráðingum, sum verða millum Danmark og Føroyar um blokkin. Tað haldi eg, at eg sum føroyskt fólkatingsumboð eigi at gera.

Eg sigi sjálvsagt eisini - á røttum stað - mína erligu meining um ætlanina at hækka blokkin. Men eg geri samstundis púra greitt, at hetta er eitt mál millum landsstýrið og donsku stjórnina.

 

Føroyskur flatskattur - donsk lántøka

Sum Søren Espersen segði í útvarpinum í gjár, er helst undirtøka í Danmark fyri at tiðna blokkin.

Men um tað fer at eydnast landsstýrinum at HÆKKA blokkin, er helst ivasamt.

Fastfrystingin byggir jú á avtalur, sum eru gjørdar á hvørjum ári í eini níggju ár. Eitt samt løgting hevur í flestu førum staðið aftanfyri. At uppsiga slíkar avtalur við afturvirkandi kraft er sera óvanligt - og ið hvussu er hevur landsstýrið ikki krav uppá nakað.

Danski fíggjarmálaráðharrin kann heldur ikki bara taka nærum 200 milliónir úr statskassanum. Hann er jú skralltómur. Pengarnir mugu lænast.

Undir slíkum umstøðum er ikki ósannlíkt, at danska stjórnin fer at hyggja at, hvat pengarnir skulu brúkast til. Og so er spurningurin, um hon vil fíggja føroyskan flatskatt við danskari lántøku...

Eg veit tað ikki. Og tað er ikki mítt borð. Eg kann bara hugsa mær, at samráðingarnar verða truplar.

Men uttan mun til hvat úrslitið verður, hevði tað verið púra skeivt av mær sum føroyskum fólkatingsmanni at atkvøtt ímóti eini avtalu, sum Føroya Landsstýri ger. 

Nýggj frágreiðing: Brexit og avleiðingarnar fyri føroyska fiskivinnu

21. Feb 2018

Brexit kann raka okkara fiskivinnu meint Vit hava atgongd til bretskan sjógv gjøgnum avtalur við ES. Virðið er hundraðtals milliónir. Men við Brexit kann hetta steðga. Næsta stóra fiskivinnustríðið stendur fyri durðum – og tað má fyrireikast væl! Sjúrður Skaale ...

les meir

- Nú má MobilePay koma til Føroya

25. Jan 2018

Føroyingar hava bíðað nóg leingi eftir, at tað fer at bera til at brúka MobilePay í Føroyum. Sjúrður Skaale vil tí hava donsku stjórnina at leggja trýst á fíggjarliga geiran.

les meir

Veddingarpengar: Ongin garanti til føroyingar

22. Jan 2018

Danska stjórnin vil ikki geva føroyingum vissu fyri, at ein nýggjur eigari av Danske Spil fer at víðariføra avtaluna um at gjalda veddingarpengar til føroyskt ítróttar- og frítíðarlív. – Tí er enn meira avgerandi at fáa at vita, um stjórnin ætlar sær at seta eitt søluskelti á Danske Spil, sigur Sjúrður Skaale.

les meir

Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland

19. Jan 2018

Sum tónin er, kann nationalisman í bæði Grønlandi og Danmark kann blussa upp.

(Farnu tíðina hava fleiri og fleiri røddir í Danmark talað fyri, at orsakað av stóru sosialu og búskaparligu trupulleikunum í Grønlandi, skulu danskir myndugleikar taka grønlendskar av ræði. Í dag var so orðaskifti um støðuna í Grønlandi, har hetta var ein afturvendandi spurningur. Eg helt røðu við støði í hesum tekstinum).

les meir

Veddingarmilliónir: Hvat hendir um Danske Spil verður selt?

09. Jan 2018

Sonevndu veddingarpengarnir tryggja á hvørjum ári umleið 20 mió. til føroyskt ítróttar- og frítíðarlív. Ein stórur partur av hesum stavar frá Danske Spil, sum sigst vera ein uppløgd fyritøka hjá borgarligu donsku stjórnini at einskilja. Men hvussu verður tá við veddingarmilliónunum?

les meir

Javnaðarflokkurin gjørt avtalu um tríggjar milliónir til FarGen

04. Jan 2018

- Áhugin fyri gengransking er sera stórur, men granskingin er sera dýr - og tí gera tær stóru fyritøkurnar sínar íløgur har, sum karmarnir eru tryggast og best, sigur Sjúrður Skaale.

les meir

Stjórnin forsømir sínar skyldur í Føroyum

15. Des 2017

Danska stjórnin vil hvørki raðfesta neyðuga lógarverkið ella pening til fleiri starvfólk. – Eg haldi heilt greitt, at stjórnin harvið forsømir sínar skyldur í Føroyum, og tað eiga vit ikki at góðtaka, sigur Sjúrður Skaale.

les meir

Skaale: - Stjórnin má raðfesta Føroyar hægri

19. Nov 2017

Alt ov nógv týðandi lóggávumál bíða eftir dønum, og tað er als ikki nøktandi, heldur Sjúrður Skaale. – Tað snýr seg millum annað um, hvussu løgreglan kann brúka vald móti borgarum, og hvussu vit skulu fara við teimum, sum sita inni. Slíkt má skipast við lóg, og tað gongur bara ikki, at man nú á sjeynda ári bíðar eftir hesum, sigur hann

les meir