Fólkaatkvøða um rættarfyrivarni - ein avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin

Tilvalsskipan um danska ES-rættarfyrivarni kann hava við sær manglandi lóggávu í Føroyum.

3. desember verður fólkaatkvøða í Danmark um at umskipa danska ES-rættarfyrivarnið til eina tilvalsskipan, har Fólkatingið leypandi kann samtykkja, hvørji øki innan ES-rættarsamstarvið, Danmark vil vera við í. Føroyar eru ikki limir í ES, men ein slík broyting í rættarfyrivarninum kann hava ávirkan í Føroyum.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett nakrar spurningar um avleiðingarnar fyri Føroyar, um danir velja eina tilvalsskipan. Danski løgmálaráðharran sigur í svari til fólkatingsmannin, at ein slík tilvalsskipan kann hava við sær at ein donsk lóg verður sett úr gildi - tískil kann verða tørvur á at tryggja at rættarstøðan í Føroyum ikki verður ávirka av hesum. Føroyar kunnu eisini – so vítt tað er í tráð við heimastýrislógina – yvirtaka málsøkið. Men hetta er ikki krav, bert ein møguleiki.

Les svarini her:

http://www.ft.dk/samling/20142/almdel/f%C3%A6u/spm/3/svar/1268581/1553357.pdf

http://www.ft.dk/samling/20141/almdel/f%C3%A6u/spm/1/svar/1174674/1424841.pdf

Meiri upplýsingar um rættarfyrivarni:

http://www.eu.dk/da/spoergsmaal-og-svar-folder/hvilke-konsekvenser-kan-en-aendring-af-retsforbeholdet-have-for-groenland-og-faeroeerne





Tíðindi

2018/06/20

Lundi og álka: Altjóða veiðibann kann raka Føroyar

Nógv bendir á, at eitt altjóða veiðibann er ávegis. Bannið fevnir millum annað um veiðu eftir lunda og álku, og hetta kann raka Føroyar umvegis danska limaskapin í altjóða avtalu. – Eg fari at gera

les meir

2018/05/24

Nýggj politistøð: Løgmálaráðharrin sinnaður at kanna aðra loysn

Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.

les meir