Bjarni Hammer á Fólkating fyri Sjúrð Skaale

Bjarni Hammer fer at røkja fólkatingssessin hjá Javnaðarflokkinum frá mánadegnum.

Sjúrður Skaale er burturstaddur og hevur tí biðið sær farloyvi frá Fólkatinginum frá komandi mánadegi. Fólkatingið samtykti í dag einmælt – sum siðvenja er – umbønina um, at Bjarni Hammer tekur sætið í hansara stað.

- Eg gleði meg sjálvandi til uppgávuna, sigur Bjarni Hammer.

Bjarni Hammer røkir sessin fram til 13. mai.





Tíðindi

2018/11/28

Fólkatingið uppraðfestir Arktis

Teir føroyingar sum verða valdir á Fólkating næstu ferð, skulu manna nýggjar sessir í skipanini Formansskapurin hjá Fólkatinginum setti í 2014 niður ein arbeiðsbólk við átta fólkatingslimum at arbeiða við málum viðvíkjandi Arktis. Teir

les meir

2018/11/19

Javnaðarflokkurin ger avtalu um 9,5 mió. kr. til Posthús-verkætlanina

Seinasti parturin av fíggingini at byggja Mentanarhúsið í Klaksvík er komin undir land. Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um 9,5 mió. kr til verkætlanina. Harumframt eru 2 mió.

les meir