Myndir frá SCPAR fundinum í Washington í mars 2013

Í mars 2013 luttók Sjúrður Skaale á fundi í the Standing Committee of Parliamentarians in the Arctic Region (SCPAR) í Senatinum í Washington, har USA, Russland, Canada, Ísland, Finnland, Svørríki, Noreg og Danmark/Føroyar/Grønland eru umboðað. Sjúrður umboðaði Danmark/Føroyar/Grønland í staðin fyri Saru Olsvig (IA), sum nú er nývaldur formaður í nevndini.

Á skránni vóru komandi avbjóðingar í Arktis við serligum fokus á Search and Rescue og klimabroytingar.

Í Washington nýtti Sjúrður høvið at vitja Nordic Cool framsýningina í Kennedy sentrinum, har eisini føroysk listafólk sýndu fram teirra listaverk.

Her eru nakrar myndir frá ferðini.





Tíðindi

2018/05/24

Nýggj politistøð: Løgmálaráðharrin sinnaður at kanna aðra loysn

Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.

les meir

2018/05/15

Stjórnin tikið upp málið um føroyskt á Keypmannahavnar Universiteti

- At fáa henda dialogin í lag var endamálið við at taka málið upp, sigur Sjúrður Skaale.

les meir