Myndir frá oljufundinum í Løkshøll

Kjakfundurin um avbjóðingar við eini komandi føroyskari oljuvinnu gekk serstakliga væl. Bæði fyriskiparar, framløgufólk og luttakarar lótu ógvuliga væl at.

Fólk tóktust vera samd um, at meðan vinnan er væl fyrireikað til tann praktiska partin, so hevur politiska skipanin ikki verið nóg vakin. Eitt nú kom fram, at enn er eingin veruligur búskapargrunnur skipaður - og tað kann vera ov seint at skipa hann tann dag, oljan er funnin. Haraftrat vórðu onnur mál umrødd so sum, hvussu verður við øðrum vinnum, um ein føroysk oljuvinna verður veruleiki.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi takkar øllum luttakarum og framløgufólkum fyri ein góðan og gevandi kjakfund, sum vónandi hevur lagt lunnar undir arbeiðið at fyrireika føroyska samfelagið til eina framtíðar oljuvinnu.





Tíðindi

2018/11/28

Fólkatingið uppraðfestir Arktis

Teir føroyingar sum verða valdir á Fólkating næstu ferð, skulu manna nýggjar sessir í skipanini Formansskapurin hjá Fólkatinginum setti í 2014 niður ein arbeiðsbólk við átta fólkatingslimum at arbeiða við málum viðvíkjandi Arktis. Teir

les meir

2018/11/19

Javnaðarflokkurin ger avtalu um 9,5 mió. kr. til Posthús-verkætlanina

Seinasti parturin av fíggingini at byggja Mentanarhúsið í Klaksvík er komin undir land. Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um 9,5 mió. kr til verkætlanina. Harumframt eru 2 mió.

les meir