Myndir frá mentanarnáttini

Fríggjakvøldið 14. oktober var mentanarnátt í Keypmannahavn, og Borgin var tá opin fyri almenninginum. Ì tí sambandi skipaðu ymsu flokkarnir á fólkatingi fyri ymsum tiltøkum, og eisini føroysku umboðini, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, høvdu fyrireikað ymisk tiltøk til kvøldið.

Í Grønlendska rúminum vóru tvær konsertir við Onnu Faroe, Kim Hansen og Hans Peturi í Brekkunum. Sirri sýndi klæðir fram og høvi var at hitta teir báðar fólkatingsmenninar. 

Í Føroyska rúminum vóru stuttfilmir um Føroyar vístir, og vitjandi kundu fáa faldarar um Føroyar.

Sera nógv fólk vitjaði Borgina og føroyska tiltakið hetta kvøldið.

Her eru nakrar myndir.





Tíðindi

2018/01/09

Veddingarmilliónir: Hvat hendir um Danske Spil verður selt?

Sonevndu veddingarpengarnir tryggja á hvørjum ári umleið 20 mió. til føroyskt ítróttar- og frítíðarlív. Ein stórur partur av hesum stavar frá Danske Spil, sum sigst vera ein uppløgd fyritøka hjá borgarligu donsku stjórnini at einskilja.

les meir

2018/01/04

Javnaðarflokkurin gjørt avtalu um tríggjar milliónir til FarGen

- Áhugin fyri gengransking er sera stórur, men granskingin er sera dýr - og tí gera tær stóru fyritøkurnar sínar íløgur har, sum karmarnir eru tryggast og best, sigur Sjúrður Skaale.

les meir