Myndir frá fiskivinnuframløgunum í farnu viku

Í farnu viku legði norski professarin, Torbjørn Trondsen, fram eina greining av føroysku fiskivinnuni. Her eru nakrar myndir frá framløgunum í Østrøm og í Keypmannahavn. 


Tórbjørn Trondsen er professari við lærda Háskúlan í Tromsø. Hann hevur drúgvar royndir bæði frá praktiskari fiskivinnu og sum ráðgevi hjá fleiri fiskivinnutjóðum.


Í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi var Tórbjørn var í Føroyum í heyst, har hann tosaði við fiskimenn, reiðarar, politikarar og onnur viðkomandi fólk, eins og hann kannaði roknskapir og lyklatøl hjá føroyska flotanum.

Hann hevur nú skrivað eina drúgva greining av støðuni hjá okkara flota, og gjørt uppskot um, hvussu føroyska samfelagið kann fáa størri gagn av havsins ríkidømi. Les greiningina her: http://jaf.fo/fiskivinnan+eftir+2018.html

Tórbjørn Trondsen heldur møguleikar verða fyri nógv størri inntøkum, um rætt verður atborið.




Tíðindi

2018/02/21

Nýggj frágreiðing: Brexit og avleiðingarnar fyri føroyska fiskivinnu

Brexit kann raka okkara fiskivinnu meint Vit hava atgongd til bretskan sjógv gjøgnum avtalur við ES. Virðið er hundraðtals milliónir. Men við Brexit kann hetta steðga. Næsta stóra fiskivinnustríðið stendur fyri durðum – og

les meir

2018/01/25

- Nú má MobilePay koma til Føroya

Føroyingar hava bíðað nóg leingi eftir, at tað fer at bera til at brúka MobilePay í Føroyum. Sjúrður Skaale vil tí hava donsku stjórnina at leggja trýst á fíggjarliga geiran.

les meir