Myndir frá byrjunarorðaskiftinum

Hósdagin 6. oktober var orðaskifti um røðuna, sum nýggi statsministarin, Helle Thorning Schmidt, helt á tingsetanini týsdagin. 

Seinast í røðini av viðmerkjarum vóru umboðini úr útnorði, fyrst tey grønlendsku og síðani teir báðir føroysku fólkatingslimirnir. Sjúrður Skaale var allar seinasti røðari, og talan hjá honum »juridiskar forðingar ella politiskir møguleikar« kann lesast undir teiginum "talur". 

At enda fekk statsministarin orðið aftur fyri at svara viðmerkingunum. Hon sló tá fast, at hon var samd í leiðini, sum Sjúrður vísti á, har politikkur skuldi takast fram um polarisering, og leitað skuldi verða eftir politiskum semjum heldur enn teimum ósemjum, sum eyðsæð eru í grundlógarinnar paragraffum. 






Tíðindi

2019/02/28

Rigmor Dam á Fólkating

Rigmor Dam á Fólkating Í morgun varð útskiftingin í fólkatingsmanningini hjá Javnaðarflokkinum formliga góðkend í fólkatingssalinum, og Rigmor Dam tekur sæti fyri Sjúrð Skaale komandi vikuna.Rigmor Dam hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki sum bæði

les meir

2019/02/28

25 mió. til vitan um ríkisfelagsskapin – soleiðis skulu pengarnir brúkast

Forsætismálaráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi hava gjørt avtalu um at fara undir eina røð av tiltøkum, sum m.a. fara at styrkja vitanina hjá dønum um Føroyar. 25 mió.kr. eru settar

les meir