Flýggjaði fangin: Skaale setir Pape eina røð av spurningum

- Fangin, sum flýggjaði, er bara enn eitt ítøkiligt dømi um, at viðurskiftini at hýsa fangum í Føroyum ikki eru nøktandi, sigur Sjúrður Skaale, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um málið.


Viðurskiftini í Mjørkadali komu aftur á breddan í farnu viku, tá ið ein fangi gjørdi sær dælt av illfýsna veðrinum og megnaði at flýggja undan vaktarfólkinum. Fangin varð funnin aftur rættiliga skjótt og er nú sendur til Danmark at sita dómin.


- Eins og aðrir polikarar havi eg verið í Mjørkadali og fingið eitt gott innlit í viðurskiftini. Og tey eru ikki í ordan. Tilboðini til fangarnar eru ikki nóg góð, manningin er ov fáment, bygningurin er ov langt burturi, og ov ymisk sløg av fangum sita saman.


- Nú mugu vit fáa greiðu á, hvat danska stjórnin, sum varðar av hesum málinum, ætlar sær at gera, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum ikki færri enn fimm spurningar um málið.


- Endamálið hjá mær er at varpa ljós á trupulleikan yvirfyri donsku stjórnini. Tí havi eg spurt um alt frá ítøkiligu viðurskiftini í Mjørkadali og til, hvørjar ætlanir stjórnin hevur við málinum í sambandi við komandi fíggjarlógina.


Sjúrður Skaale hevur fleiri ferðir áður tikið upp spurningum um umstøðurnar í Mjørkadali - bæði við undanfarnu og sitandi donsku stjórnina.


- Hetta hevur havt við sær, at ávísar ábøtur eru gjørdar, men samanumtikið er ov lítið ítøkiligt komið burturúr. Nú vóni eg at stjórnin tekur væl ímóti spurningunum og lýsir teir á ein hátt, sum vit kunnu arbeiða konstruktivt víðari við, sigur Sjúrður Skaale.





Tíðindi

2018/02/21

Nýggj frágreiðing: Brexit og avleiðingarnar fyri føroyska fiskivinnu

Brexit kann raka okkara fiskivinnu meint Vit hava atgongd til bretskan sjógv gjøgnum avtalur við ES. Virðið er hundraðtals milliónir. Men við Brexit kann hetta steðga. Næsta stóra fiskivinnustríðið stendur fyri durðum – og

les meir

2018/01/25

- Nú má MobilePay koma til Føroya

Føroyingar hava bíðað nóg leingi eftir, at tað fer at bera til at brúka MobilePay í Føroyum. Sjúrður Skaale vil tí hava donsku stjórnina at leggja trýst á fíggjarliga geiran.

les meir