Dysturin millum loysing og samband má enda 1-1

Treytin fyri at ein tjóðskapolitisk loysn skal bera til er, at øll kenna seg heima í henni - bæði loysingarfólk og sambandsfólk 

(Hetta er talan, sum eg helt fyri Unga Tjóðveldinum á Doktaragrund ólavsøkudag í ár) 

Fyrst vil eg takka Unga Tjóðveldinum hjartaliga fyri, at eg varð boðin at tala her í dag.

At eg eri boðin hóast umstøðurnar eru sum tær eru vísir, at Unga Tjóðveldi ikki bara vil hava røður sum hálova Tjóðveldinum og seta niður á onnur, men at sjálvkritiskir tankar eisini eru vælkomnir.

So her eru nøkur eitt sindur kritisk, men vælmeint sjónarmið. Og røðan er stílað til Unga Tjóðveldi.

Politiska skipanin hevur farnu árini aftur og aftur boðað frá, at vit mugu fremja ein kommunureform. Men hann er ikki settur í verk.

Vit mugu fremja ein pensiónsreform. Men hann er ikki er settur í verk.

Ein skúlareform. Hann er ikki er settur í verk.

Ein nýggjan ES-politikk. Hann er ikki er settur í verk.

Ein fiskivinnureform. Hann er ikki settur í verk.

Eina stjórnarskipan. Hon er ikki er sett í verk.

Og tað er so nógv annað, sum er endað í ongum. Tann politiska prosessin hevur í stóran mun snúð seg um seg sjálva. Um kegl millum politikarar. Um uppsagnir og starvssetanir í politisku skipanini. Um hvør er í parti við hvørjum.

Vissi endamálið við politikki er broyta og flyta og bøta um - so hevur hetta valskeiðið verið ein dundrandi fiasko.

Men tann, sum situr á tingi, sær skjótt, at politisku flokkarnir eisini hava eitt annað endamál: Nevniliga teir politisku flokkarnir sjálvar. Teir eru sítt egna endamál.

Og tað endamálið má mann jú siga, at fleiri av flokkunum hava rokkið! Sambandsflokkurin, sum hevur staðið á odda fyri eini trý ára politiskari null-losyn - hann er størst í veljarakanningunum. So hetta hevur verið eitt fínt valskeið hjá Sambandinum.

Tjóðveldi, sum fyri tað mesta hevur sitið uttanfyri ávirkan síðani 2004, er næststørst. Heldur ikki so galið, má mann siga.

Partapolitisk succes er ikki treytað av politiskari succes. Ja, tað er ofta soleiðis, at jú fleiri politiskum loysnum tú ert við í, jú meira tapir tú partapolitiskt.

Tey óforpliktandi og ideologiskt løddu raktrarrópini geva partapolitiskan vinning - og tað forpliktandi, pragmatiska, turrisliga samstarvið um politikk gevur partapolitiskt tap.

Tí er tað ofta teirri partapolitisku succes'ini, farið verður eftir. Men tað er altso ikki hon, sum gagnar tjóðini. 

 

Tjóðveldisveljarar minst ávirkan

Tí vil eg fegin siga við tey, sum eru ung og sum ætla sær at mynda Tjóðveldi í framtíðini: Tit mugu altíð vera á varðhaldi og ansa eftir, at endamálið hjá Tjóðveldinum ikki verður flokkurin sjálvur. Politikkur má snúgva seg um politikk - ikki partapolitikk.

Tit mugu minnast til, at tær mongu atkvøðurnar, sum Tjóðveldi fær, eru atkvøðurnar hjá nøkrum av teimum mest broytingarhugaðu fólkunum í landinum.

Endamálið hjá teimum, sum velja Tjóðveldi, er ikki at gera Tjóðveldi so stórt sum gjørligt. Tað er at fáa politiska ávirkan.

Vissi Tjóðveldi ikki tryggjar, at hesi fáa veruliga ávirkan, ja, so verður Tjóðveldi ein konservativ kraft í samfelagnum, tí tað ger, at hesi fólk ikki fáa ávirkan. Í staðin fyri at geva teimum broytingarhugaðu vald, passifiserar tjóðveldi hesi fólkini. Tjóðveldi leggur seg ímillum sínar egnu veljarar og valdið í landinum.

Skal tann stuðulin, sum ideologiskar talur og stór lyfti geva á valunum, umsetast til ávirkan, so krevur tað ósexutan, óstuttligan og óromantiskan, pragmatiskan realpolitikk.

Partapolitiskt vinnur tú við at skilja teg frá øðrum - men skalt tú vinna politiskt, mást tú standa saman við øðrum.

Og hetta, mugu vit ásanna, hetta Tjóðveldi søguliga sæð ikki dugað nóg væl. Síðani heimastýrislógina hevur Tjóðveldi bara sitið í stjórn í umleið 24 ár. Sambandið hevur í sama tíðarskeiðið sitið meira enn 40 ár í stjórn. Javnaður og Fólkaflokkur umleið 35 ár.

Tey broytingarsinnaðu, sum hava latið Tjóðveldinum sína atkvøðu, eru tey, sum hava fingið minst beinleiðis ávirkan.

 

Pluss-summ spæl ella null-summ spæl

Føroyar eru smáar, og føroyskur politikkur snýr seg um fá fólk, smá tøl og stríð, sum hvørki í týdningi ella intensiteti kunnu samanberast við tað, sum fólk dragast við í øðrum londum.

Men hóast føroyska politiska skipanin er mikroskopisk, so er tað við henni júst sum við sandkorninum í ballsalinum hjá Williami Heinesen:

Hyggur tú væl at henni, sært tú, at okkara politiska skipan er sum einhvør onnur politisk skipan, og at allar tær fløkjasligu mekanismurnar sum dríva politikk - tær eru tær somu í Føroyum sum aðrastaðni.

Í 2000 høvdu Føroyar kós móti einum stati, og samráðingar vóru um tað við danskar myndugleikar. Øll vita, hvussu tað endaði.

Í 2000 vóru eisini samráðingar um at skipa ein annan stat. Tær fóru fram í Washington, og staturin, sum skuldi skipast, var Palestina. Samráðingarmenninir vóru tann moderati Ehud Barak fyri Ísrael, Yasser Arafat fyri Palestina  - og Bill Clinton fyri USA.

Ein avtala varð gjørd, sum segði, at Ísrael skuldi lata palestinum allan Gaza Geiran, 97% av vestara áarbakka,  ræðið á tempulfjallinum, og at Eysturjerusalem skuldi verða høvuðsstaður í einum komandi palestinskum stati.

Staturin bleiv ikki skipaður við avtaluni, men karmarnir blivu settir.

Allur heimurin helt ondini, tá avtalan skuldi undirskrivast nýggjársdag í 2001.

Hóast Barak var undir øgiligum trýstið, skrivaði hann undir. Men Arafat.... skrivaði ikki undir.

Hann vildi ikki gera semjuna. Hann vildi hava ALT tað landaøkið, sum palestinar kravdu, og hann vildi hava statin her og nú.

Tá hann kom heim aftur til Palestina fagnaðu tey víðgongdu honum fyri ikki at slaka, men standa fast við tey upprunaligu krøvini. Vit kunnu siga, at hann vann ein partapolitiskan sigur.

Men politiskt stóð hann við ongum.

Stutt eftir vann tann harðrendi Sharon valdið í Ísrael, og seinni Hamas í Palestina - og har er eingin loysn í eygsjón.

Stríðið har niðri er nú eitt ekstremt dømi um eitt sokallað null-summ spæl. Antin skal Ísrael vinna og Palestina tapa. Tað skal vera 1-0. Ella skal Palestina vinna, og Ísrael tapa. Tað skal vera 0-1.

Í 2000 kundi tað blivið eitt pluss-summ spæl. 1-1. Eingin hevði vunnið alt - men øll høvdu vunnið eitt sindur.

Í staðin taptu øll.

 

Stjórnarskipanin var eitt pluss-summ spæl

Føroyska tjóðskaparstríðið hevur lyndi til at detta niður í hetta null-summ spælið. Antin skal Tjóðveldi vinna og Sambandið tapa - ella øvugt. Antin skal tað vera 1-0 ella 0-1.

1946 var eitt null-summ spæl, har sambandi satsaði uppá at vinna 1-0 á loysingini. Tað miseydnaðist.

Loysingin hevur eisini roynt at vinna 1-0 á sambandinum. Men tað vil ikki eydnast.

Og hetta null-summ spælið kann ikki eydnast, tí vit liva í einum demokratiskum landi, og tjóðskaparpolitiskt MÁ ein stórur meiriluti kenna seg heima í tí, sum vit gera. Sjónarmiðini hjá sambandsfólki eru líka legitim, líka demokratisk og líka føroysk sum sjónarmiðini hjá okkum, sum halda stríðið fyri sjálvræðinum vera ta avgerandi megina í samfelagsins uppdrift.

Uppskotið um føroyska stjórnarskipan var ein roynd at gera tjóðskaparpolitikkin til eitt pluss-summ spæl. Tað skuldi enda 1-1. Tað skuldi vera ein stórsigur fyri Tjóðveldi - men samstundis skuldu onnur kenna seg heima í tí. Seinni hevði so borið til at fari víðari, tá meirilutin var nóg stórur til tess - sambært ásetingum í somu stjórnarskipan. 

Men fólk á ytsta sjálvstýrisvonginum hildu seg lata ov nógv og fáa ov lítið, og valdu tí at forkoma uppskotinum. Tí standa vit nú við ongum. Akkurát sum Arafat Í 2001.

Tað var eftir mínum tykki eitt mistak av søguligum dimensiónum, har politikkurin bleiv offraður fyri partapolitikkin.

Og nú verður trupult at koma afturumaftur, tí eitt skulu tit vita: At broyta rættarstøðu Føroya krevur stóra politiska styrki - og tað vil siga ein stóran og støðugan meiriluta á tingi og í fólkinum. Tað ræður um at finna eina loysn, sum ein stórur meiriluti kennir sum sína loysn. Annars ber ikki til at broyta nakað. Einsamalt ger Tjóðveldi einki.

Slíkir stórir meirilutar eru ikki so ideologiskt reinir - men politikkur er aldrin ideologiskt reinur - tað er tað bara partapolitikkur, sum er.

 

Tann glæsiligi tankabygningurin

Hetta er sjálvandi bara mín meining. Í flokkinum eru nøkur fólk, sum hava beint ta mótsettu meiningina. Sum vilja seta flokkin og ideologiina fram um alt. Til dømis segði næstformaður Tjóðveldisins, Tórbjørn Jacobsen, soleiðis í síni talu her á Doktaragrund fyri einum ári síðani:

”Tjóðveldi er og skal verða avantgardan í tjóðskaparstríðnum. Vikast má ikki frá upprunastevnuni (...). Rekast heimastýrisvindar inn um mark, skal ondt med ondt fordrives. Ein støðug innansyndis katharsis - reinsan - má forða fyri rotinum, sum altíð og stund liggur á lúri. Onkuntíð tykist tað, sum í meira lagi av pipari og heldur minni av salti jarðarinnar er latið í politiska súpanarpottin.”

Hetta er sjálvandi hin møguleikin. Altíð at halda seg partapolitiskt reinan, og at reka tey burtur frá sær, sum við politiskum semjum kunnu hugsast at seta skeinir í tann so skínandi reina ideologiska tankabygningin.

Tit velja sjálv hvørja kós tit vilja halda - men mín meining er, at fylgja tit linjuni hjá Tórbjørn Jacobsen, so er vandi fyri, at Tjóðveldi meira fer at bera brá av einum semi-religiøsum klubba sum savnast um eina ideologi, heldur enn einum politiskum felagsskapi, sum fremur verulig tjóðskaparpolitisk framstig.

Í flokkinum eru tíbetur mong - helst nógv tey flestu - sum eru meira pragmatisk sinnað enn Tobbi - og teimum kreftum vil eg mæla tykkum til at stuðla.

Ideologi er ein alneyðugur viti at sigla eftir. Men tað ber eisini til at verða blindaður av ideologi - og tá gerst hon eitt haft um beinið.

Eg vóni at tit, sum kanska fara at mynda Tjóðveldi í framtíðini, fara at finna ta røttu javnvágina millum partapolitikk og politikk, soleiðis at tey mongu, sum velja Tjóðveldi, fáa ta makt í samfelagnum, sum tey eiga og hava uppiborið.

At enda vil eg ynskja tykkum ungu og Tjóðveldinum øllum alt tað besta og blíðan byr.





Tíðindi

2018/09/07

Vitan um Føroyar skal styrkjast í Danmark

Stjórnin vil brúka 15 mió. til at økja kunnleikan, og borgarar skjóta upp, at Ríkisfelagsskapurin skal á tímatalvuna. Alt í samsvari við tað, Javnaðarflokkurin leingi hevur virkað fyri.

les meir

2018/06/20

Lundi og álka: Altjóða veiðibann kann raka Føroyar

Nógv bendir á, at eitt altjóða veiðibann er ávegis. Bannið fevnir millum annað um veiðu eftir lunda og álku, og hetta kann raka Føroyar umvegis danska limaskapin í altjóða avtalu. – Eg fari at gera

les meir