Adoptiónsmálið: Danski ráðharrin tvíheldur um verandi lóggávu

Børn, sum verða ættleidd av føroyingum uttanlands, fáa sum er ikki automatiskan ríkisborgararætt. Og danska stjórnin hevur ongar ætlanir um at broyta hetta, sigur danski ráðharrin í svari til Sjúrða Skaale. – Eg skilji ikki hví danska stjórnin tvíheldur um at varðveita verandi støðu. Tí har er onki haldgott argument fyri tí, sigur Sjúrður Skaale.


Føroyingar uttanlands, ið ættleiða børn, skulu ikki rokna við, at børn teirra fáa automatiskan ríkisborgararætt. Tað fáa børn annars, um tey verða ættleidd til Føroya.


- Hetta er ein undarligur mismunur at gera á børnunum. Tey skulu jú vera verandi hjá foreldrinum. Júst sum øll onnur ættleidd børn. Tí gevur tað ikki meining, at ríkisborgararætturin ikki er sjálvskrivaður hjá teimum eisini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin. Hann gjørdi tí av at spyrja danska ráðharran á økinum, um ætlanir vóru at beina hendan mismun av vegnum.


Inger Støjberg, ráðharri, hevur nú svarað spurninginum. Og hon vísir uppskotinum aftur. Inger Støjberg vísir í grundgeving síni millum á, at børn í hesari støðu kunnu søkja um ríkisborgararætt undir serliga lagaligum treytum. Tí heldur hon ikki, at nakar tørvur er at geva børnunum rætt til automatiskan ríkisborgararætt.


- Eg skilji ikki, hví stjórnin tvíheldur um hesa støðuna. Vit hava sæð eitt heilt ítøkiligt dømi um eitt føroyskt par, sum hevur havt stóran ampa av hesari stirvnu lóggávuni. Tað er heldur onki haldgott argument fyri at varðveita verandi støðu. Tí er tað ikki minni hugstøtt, at fáa eitt tílíkt svar, sigur Sjúrður Skaale.





Tíðindi

2018/11/16

Munandi færri føroysk lesandi í Danmark

Fallið hevur verið støðugt seinastu árini og heili 27 procent tilsamans, vísir eitt svar til Javnaðarflokkin frá danska ráðharranum fyri útbúgving og gransking.

les meir

2018/10/30

Politistøðin: Stjórnin má virka fyri føroyskum áhugamálum

Føroyskar fyritøkur hættaðu sær ikki undir at bjóða uppá at umbyggja politistøðina. – ES-útboð hoyra ikki heima í Føroyum, og tað má stjórnin virka fyri at broyta, sigur javnaðartinglimurin, ið hevur sett donsku stjórnini nýggjan

les meir